top of page

PVC og akryl

Alt frá prentaðum lýsingardúkum (PVC) til útskorin skelti í akryli

Vit veita prentaðar PVC bannarar í øllum støddum til bæði innan- og uttandura brúk.
Bannarin kann rullast saman og er lættur at taka við sær á ferð. Hann verður mest nýttur til stuttíðar lýsingar og kunning.

Skúm PVC og akryl eru plátutilfar, ið verða nýtt nógv til skelti og prýði av ymsum slag. Tilfarið kemur í ymsum tjykdum.

Skúm PVC er mjúkari og lættari at virka til. Tað verður nýtt nógv til eitt nú plátuskelti, útskorin fasaduskelti og innandura veggjaprýði. Skúmplátan er upprunaliga hvít og óblonk, men hon fæst eisini í litum.

Akryl er harðari tilfar við glansi, ið egnar seg væl til útskornar stavir og veggjaprýði. Av tí at tilfarið er snøgt í sjálvum sær, riggar tað væl til skelti innandura (td. hurðaskelti) har fjarstøðan til skeltið vanliga er lítil. Akrylið kemur bæði í litum og transparent.

Skúm PVC og akryl kann skerast út, lakkast (RAL) og folierast eftir ynski.

Útskornir fasadustavir kunnu til dømis festast á veggin við millumstykki og rustfríum pyntiskrúvum.

bottom of page